Skipað verður fyri tveimum urtagarðsvitjanum seinnapartin í dag.
Báðar vitjanirnar eru í Heygatúni. Fyrst verður farið í havan hjá Elsi Blástein og síðan í grannahavan hjá John Holgarson.
Eftir tað ber til hjá øllum, sum hava hug, at ganga niðan í rættina í viðarlundina, beint við viðarlundahúsið, har tað er søla av staudum og summarblómum. Onnur, sum ikki eru við á urtagarðsvitjanunum, eru sjálvsagt eisini vælkomin í viðarlundina at keypa sær onkra vakra plantu. Tikið verður ímóti korti.
Á staðnum verður tann alvitandi gartnarin, Haraldur Hammer, sum javnan er at hoyra í útvarpinum, har hann svarar spurningum frá lurtarum. Í dag ber til at spyrja hann spurningar um vøkstur og urtagarðar andlit til andlits.
Tey, sum ætla sær á urtagarðsvitjanir, møtast á stóra parkeringsplássinum, har Heygagøta (Posthúsbrekkan) byrjar, klokkan 14.30.







