Garðaskøran er vøkur á at líta við sínum ljósagrønu blómum, men hon er ein plága, tí hon veksur alt ov væl og er nærum allastaðni – framvið vegum, áarbakkum, í bønum – ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Kríatúr vilja heldur ikki vita av henni og harvið yvirtøkur hon alsamt størri øki og hini uppruna plantusløgini mugu víkja.
Vestmanna kommuna hevur í nógv ár arbeitt við at hildi skøruni niðri, og tað hevur í stóran mun eydnast, men tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa endaliga bilbugt á henni. Tí er tørvur á tykkara hjálp at týna skøruna.
Alla hesa vikuna verður heitt á borgarar í Vestmanna at fara út og grava skøru upp. Øll, sum lata ein posa við skøru inn á Skilagátt, eru við í lutakastinum um 1.000 krónur frá Á-handlinum.
Leygardagin, í rørslu- og umhvørvisvikuni, sum júst er farin afturum, var eisini týning av skøru á skrá. Tað vóru nógv, sum valdu at fara út og hjálpa til. Takk fyri tað!
Soleiðis gert tú: Grava skøruna upp við einum spaka – rótin má upp við. Tær heilt smáu planturnar kunnu ofta takast upp við einum knívi. Legg skørurnar í ein posa og bind fyri, og lat posan inn til starvsfólk á Skilagátt. Skøran má ikki leggjast við moldgoymsluna. Tú kanst eisini leggja posan í gráa húsarhaldssekkin heima. Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót. Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF.







