Lat tína gomlu telefon, teldil, harðdisk, teldu v.m. inn til endurnýtslu á Skilagott í dag millum klokkan 16.00 og 18.00.
Telefyritøkan, Nema, er á staðnum við einum knúsara og hjálpir og vegleiðir, hvussu slíkir lutir eiga at burturbeinast á rættan hátt. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og tínar dátur.
Nema skrúvar tína teldu sundur á staðnum og knúsar harðdiskin meðan tú bíðar, har tifar verður tikið úr, sum kann brúkast til endurnýtslu og soleiðis at tú kann vera vís/ur í, at tínar dátur verða endaliga burturbeindar.
Tøkiligir lutir, sum kunnu latast inn eru teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternir harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr.
Øll, sum lata ein lut inn, eru við í lutakastinum um ein Soundcore Boom 2 hátalara á virði 1.149 krónur.







