Kom við á ein hugnaligan og søguligan gongutúr í Vestmanna í kvøld, fríggjakvøld!
Saman við frásøgufólki ganga vit leiðina hjá fyrstu streymveitingini í Vestmanna – gjøgnum Fossá og niðan til byrgingina Frammi á Vatn. Á leiðini hoyra vit m.a. søguna um, hvussu stór arbeiði vórðu gjørd í fjøllunum fyri at gagnnýta vatnið til elframleiðslu.
Vit hyggja eisini inn í ein av teimum mongu tunlunum, sum við spaka og haka vórðu gravaðir til vatnleiðingar hjá SEV í 1940’unum. Samanlagt eru heilir 12 kilometrar av tunlum. Tey, sum tora, kunnu eisini fara nakað inn í tunnilin.
Á veg heimaftur eftir Lómundaroyarar Ryggi, er ætlanin at síggja sólsetur.
Hetta er ein lættur túrur uttan brattlendi og hóskar til allar aldursbólkar.
Møtið við gomlu Fossábrúnna klokkan 21.00. Túrurin tekur áleið tveir tímar.
Ferðaleiðari er Niels Pedersen.







