Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum” ger kanningar í Vestmanna hósdagin 4. juni.
Øll, sum eru 40 ár og eldri, hava fingið eina innbjóðing í MínBoks um at luttaka í kanningini. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.
Kanningin er skjót og einføld. Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur umleið 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Úrslitið kann vera: á vanligum støði, ávegis diabetes ella geva ábending um diabetes 2.
Kanningarnar eru í forhøllini í ítróttahøllini frá klokkan 09.00 til 17.00. Tað krevst eingin tilmelding. Øll eru vælkomin, bæði borgarar í Vestmanna og í øðrum kommunum.
Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri verkætlanini í samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.







