Ein partur av Gerðisvegi verður asfalteraður í dag og hetta fer at ávirka gjøgnumkoyrandi ferðslu.
Talan er um økið, har vegurin nýliga er breiðkaður.
Ímeðan arbeiðið er í gerð, verður heitt á bilførarar um at koyra ígjøgnum kirkjugarðin.
Samstundis sum vegurin verður asfalteraður, verður ein gongubreyt fram við vegnum gjørd. Ætlanin er at arbeiðari víðari við gongubreytini móti Deild í næsta ár.







