Starvsfólk í kommununi: Katrina Müller

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í Vestmanna kommunu. Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið. Vestmanna kommuna eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller. Allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er altíð blíð, prátar við bæði stór og…

Royndarætlan við battarískipan í Vestmanna

Ein royndarverkætlan við framkomnari battarískipan fer í gongd í næstum í Vestmanna. Royndarverkætlanin skal vísa, um sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni kann avloysa elframleiðslu við olju og slóða fyri framtíðarútbygging á útoyggj, bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er svenska fyritøkan Minesto, ið hevur sítt føroyska høvuðssæti í Vestmanna, sum er farin undir hesa nýggju…

VEKS á Vanganum

Søk um tænastur frá VEKS á Vanganum – trygt og einfalt Nú kunnu borgarar hjá VEKS søkja um tænastur á Vanganum – og tørvar tær hjálp kunnu avvarðandi søkja fyri teg.   Við nýggja møguleikanum kunnu eldri fólk í Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu senda umsóknir um tænastur og veitingar, sum t.d. endurvenjing og mattænastu á…

Tímaløntir avloysarar til ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna

Kom við umborð – verð partur av einum aktivum toymi á Føroyar einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til ítróttardagstovnaøkið. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um…

Valevnislistarnir til Fólkatingsvalið klárir

Sambært grein 31 í lóg um val til fólkatingið verður boðað frá, at valevnislistarnir til fólkatingsvalið 24. mars 2026 er lidnir. Tað eru fimm listar og 52 valevnir, 17 kvinnur og 35 menn, sum bjóða seg fram hesaferð. Listarnir síggja út sum fylgjandi: Listi A. Fólkaflokkurin Astrið Breckmann, lærari, Tórshavn Árni Skaale, løgtingsmaður, Klaksvík Bárður…

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin 21. mars og IKKI mánadagin 23. mars sum fyrr kunngjørt. Tí mugu øll, sum ætla sær at brævatkvøða til fólkatingsvalið, hava avgreitt tað á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars kl. 15. Freistin at brævatkvøða til løgtingsvalið er óbroytt. Har kann brævatkvøðast til og við mikudagin 25. mars kl. 15.