Nú Fjarðastevna verður um vikuskiftið og nógv fólk og bátar koma til Vestmannar, verður Niðari Vegur einsrættaður frá kl. 14.00 til kappróðurin er liðugur.
Privatbilar kunnu tó framvegis koyra eftir Ovara Vegi, bæði inneftir og úteftir. Heitt verður tó á øll, sum koma við kappróðrarbátum á sleip, um at koyra eftir Ovara Vegi, tá ið tey koma til Vestmannar, og at fara úr bygdini aftur eftir Niðara Vegi.
Niðanfyri sæst, hvat øki er sett av til kappróðrarbátar v.m.








