Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir skrásetast, tí fyrsta januar 2026 blivu fleiri kanska ólógligir.
Kunngerðin um oljutangar (2018) kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum, sum vóru bygd fram til og við 1980.
1. januar 2026 kom ásetingin eisini í gildi fyri hús, sum eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000. Tí hevur tað stóran týdning, at oljutangin verður kannaður, skrásettur og helst skiftur, um hann ikki lýkur krøvini, sum kunngerðin ásetur.
Hevur tú ein gamlan oljutanga, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast dýrt, tí tryggingin tekur bara við, tá ið øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Grundeigarin hevur tú fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur og ikki í vanda fyri at dálka umhvørvið.
Eisini tey, ið ongan oljutanga hava, eiga at skráseta seg og boða frá, at eingin oljutangi er á ognini.
Skrásetingarskipanin gevur tær møguleika fyri at skráseta fleiri oljutangaviðurskifti. Tú skalt til dømis bæði brúka skipanina, tá ið tú skrásetir verandi oljutanga, og tá tú boðar frá, at oljutangin er tikin úr nýtslu.
Ivast tú í framleiðsluárinum á tanganum, verður gingið eftir árstalinum, tá húsini vórðu bygd. Tú kanst lesa meira um reglurnar í kunngerðini um fyribyrging av dálking frá oljutangum í leinkjuni niðanfyri:







