Farið er í gongd við at skifta útluftingsskipanina í ítróttahøllini og nýggja skúla, soleiðis at bygningurin verður klárur til nýggja skúlaárið og komandi hondbóltsárið.
Tey, sum dagliga brúka skúlan og høllina, hava seinastu árini varnast, at inniluftin er versnað munandi. Serliga hevur luftgóðskan verið vánalig í skiftingarrúmunum.
Við nýggju skipanini verða hitin og luftgóðskan innandura hildin støðug, tí skipanin tillagar seg sjálvvirkandi eftir umstøðunum og virkseminum.
Tað er lokala fyritøkan VVS Import, sum stendur fyri arbeiðinum.
Skúlin og ítróttahøllin, sum vórðu tikin í nýtslu í 1986, eru nú komin upp í árini og hava tørv á umvælingum og dagføringum. Í fjør varð alt VVS-arbeiðið skift út, í ár er tað útluftingsskipanin, sum verður endurnýggjað, og ætlanin er at fara undir at skifta tekjuna næsta ár.







