Eitt gentukór við 35 sangarum í aldrinum 13 til 20 ár, fara at syngja í Vestmanna kirkju hóskvøldið 2. juli.
Kórið, ið er úr Haderslev, er eitt sera virkið kór, ið er á palli 15-20 ferðir um árið í samband við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk, bæði í heimlandinum og uttanlands.
Afturat regluligu kórvenjingunum hvørja viku, ganga kórlimirnir til einstaklingaundirvísing í sangi.
Kórið megnar at framføra stór, klassisk verk, eins væl og einføld hugløg í einraddaðum sangi á høgum tónlistaligum støði, við eyðkendum norðurlendskum kórljómi.
Konsertin byrjar klokan 19.30 og er ókeypis.







