Ferðslan á Fjarðastevnu

Nú Fjarðastevna verður um vikuskiftið og nógv fólk og bátar koma til Vestmannar, verður Niðari Vegur einsrættaður frá kl. 14.00 til kappróðurin er liðugur.  Privatbilar kunnu tó framvegis koyra eftir Ovara Vegi, bæði inneftir og úteftir. Heitt verður tó á øll, sum koma við kappróðrarbátum á sleip, um at koyra eftir Ovara Vegi, tá ið…

Konsert við gentukóri í kirkjuni

Eitt gentukór við 35 sangarum í aldrinum 13 til 20 ár, fara at syngja í Vestmanna kirkju hóskvøldið 2. juli.  Kórið, ið er úr Haderslev, er eitt sera virkið kór, ið er á palli 15-20 ferðir um árið í samband við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk, bæði í heimlandinum og uttanlands. Afturat regluligu kórvenjingunum hvørja…

Nýggj útluftingsskipan í høllini og skúlanum

Farið er í gongd við at skifta útluftingsskipanina í ítróttahøllini og nýggja skúla, soleiðis at bygningurin verður klárur til nýggja skúlaárið og komandi hondbóltsárið. Tey, sum dagliga brúka skúlan og høllina, hava seinastu árini varnast, at inniluftin er versnað munandi. Serliga hevur luftgóðskan verið vánalig í skiftingarrúmunum. Við nýggju skipanini verða hitin og luftgóðskan innandura…

Klippið runnar og trø móti vegi

Summarið er komið og gróðurin er góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt, gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er…

Skúlin og høllin verða málað

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú skal tað vera.  Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar. Arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í stóran mun liggur niðri, fyri at minka um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum. Tað er eitt stórt øki,…

Minst til at skráseta oljutangan

Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir skrásetast, tí fyrsta januar 2026 blivu fleiri kanska ólógligir. Kunngerðin um oljutangar (2018) kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum,…

Útiøkið við Látipípuna dagført

Økið rundan um barnagarðin, Látipípan, hevur fingið eitt lyft – hetta fyri at skapa eitt innbjóðandi og fjølbroytt útirúm, sum bæði børn, starvsfólk og familjur kunnu fáa gleði av.  Í fjørsummar skiftu húsavørðarnir hjá kommuni graslíkið á vøllinum og gjørdu eitt trampolin- og klintriøki, samstundis sum teir eisini smíðaðu eitt eyka ítrivsrúm inni. Arbeitt verður…