Helge Engelbrecht og Neighbours & Friends vera at uppliva á stórfingnari konsert í Vestmanna.
Sangglaðu tónleikararnir, ið eru heili 15 í tali, eru á konsertferð í Føroyum í næstu viku undir heitinum “Fagra blóma”.
Síðan 2009 hava Neighbours & Friends savnað túsundtals gestir til vælumtóktu summarkonsertirnar í Mariehaven. Nú verður bólkurin at uppliva á føroyskum palli, har føroyski countrysangarin, Hallur Joensen, eisini verður við, umframt aðrir føroyingar.
Endabresturin á konsertferðini verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 18. oktober klokkan 17.00. Harumframt fara tónleikararnir at framføra á Grønanesheiminum fyrr upp á dagin, so at búfólkið har eisini fær hesa tónleikaligu uppliving.
“Fagra blóma” verður ein konsert við góðum tónleiki, felagsskapi og nógvari lívsgleði.







