Mint verður á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at trø og runnar ikki er til ampa fyri ferðslu og gongufólk.
Tað er fleiri staðni í bygdini, at trø og runnar hjá privatfólki hava fingið frítt at vaksa í summarmánaðunum og eru farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala ferðsluskeltir.
Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa vøkstur móti almennum øki, so tað ikki fer út um egnan matrikkul og klippa vøksturin samsvarandi reglunum. Har tað ikki verður gjørt, verður arbeiðið í næstum gjørt fyri ánarans rokning.
Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin í bygdini, at vøkstur út móti vegi verður hildin niðri. Tað sama er galdandi fyri grannamørk.
Reglugerðin fyri trø og runnar sæst her.







