Myrkari dagar og ein kaldur vetur merkir ikki, at vit fara niður í ferð – tvørturímóti. Nú byrja vetrarskeiðini hjá Vestmanna kvøldskúla og Kvívíkar kvøldskúla.
Kvøldskúlarnir bjóðar aftur í vetur eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini.
Tilboðini eru fjølbroytt, og tað er okkurt bæði til børn og vaksin. Um tú vilt royna tíni kreativu evni, styrkja kroppin ella okkurt heilt annað – so er heilt sikkurt okkurt til tín.
Latið verður upp fyri tilmeldingum týsdagin 6. oktober á middegi.
Skeiðstilboðini hjá Vestmanna kvøldskúla kunnu síggjast við at trýsta á myndina niðanfyri, og hjá Kvívíkar kvøldskúla við at trýsta her.








