Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv í fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð frá 1. september 2026 ella skjótast til ber, til 1. august 2027.
Barnaverndartænastan í VEKS er samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur. Skrivstovan er á Oyrarbakka og har starvast fimm fólk.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.
Førleikakrøv:
Miðallanga viðkomandi útbúgving, so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur, lærari, o.l.
Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur
Arbeiðsuppgávur:
Málsviðgera barnaverndarmál
Hava samrøður við børn, foreldur og aðrar avvarðandi
Stuðla og ráðgeva børnum og familjum
Gera kanningar, meta um tørv á fyriskipanum og seta tær í verk
Fyrireika faklig tilmæli til barnaverndarnevndina
Samskipa tvørfakligt samstarv við viðkomandi samstarvspartar
Gera tilmæli til Føroya Kærustovn
Vera við í vaktarskipanini
Vit ímynda okkum, at tú:
Arbeiðir ábyrgdarfult og sjálvstøðugt
Trívist í samstarvi við onnur og hevur góð samskiftisevni
Dugir at skapa álitisfull sambond við børn og familjur
Hevur góðar førleikar í skrift og taluDugir væl at skipa og varðveita yvirlit, eisini tá nógv er at gera
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við góðum starvsfelagum
Fakliga sparring og stuðul í gerandisdegnum
Góðar møguleikar fyri førleikamenning
Supervisión
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka. Nakað av koyring má væntast í starvinum.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 16. august 2026, og skal sendast við telduposti til: bvt@sunda.fo
Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í VEKS, á telefon 297201 ella á telduposti karinj@sunda.fo
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.







