Um vikuskiftið fylti Hanus Zachariassen hundrað ár.
Tað er ilt at trúgva, at Hanus, sum flest kenna sum Hanus málarin, nú hevur livað í eina heila øld. Ikki bara sær hann út til at vera nógv yngri enn sín aldur – hann koyrir framvegis bil, býr einsamallur og klárar seg sjálvur. Hvønn morgun er hann úti og arbeiðir upp á húsini, urtagarðin og annað, og hann leitar sær framvegis í høllina til hondbóltsdystir.
Hanus er føddur 25. juli í 1926 í Streymnesi, har hann eisini vaks upp.
Hanus hevur alt sítt vaksna lív arbeitt sum málari og tað var júst í samband við sítt yrki, at hann endaði í Vestmanna.
Árið var 1948, tá Jonna, systur Hanus, ið var gift til Vestmannar, heitti á beiggja sín um at hjálpa sær og manninum við ymsum málaraarbeiði. Tá møtti Hanus samstundis gentuni Jonu. Tey bæði gjørdust góð og skaptu tey sær eitt lív og heim saman á Mørkini í Vestmanna.
Hanus og Jona fingu fýra børn: Erlu, Una, Duritu og Paula.
Sum 62 ára gamal gjørdist Hanus einkjumaður. Nøkur ár seinni fann hann kærleikan aftur, tá hann og einkjan, Hanna, funnu saman. Hanna andaðist í 2004.
Føðingardagurin hjá Hanusi varð hátíðarhildin saman við familju, vinum og kenningum í Missiónshúsinum í Vestmanna.
Vestmanna kommuna takkar Hanusi fyri hansara íkast til lokalsamfelagið gjøgnum øll hesi árini og ynskir honum hjartaliga til lukku við hundrað ára degnum.
Mynd: Ann-Mari Egholm







