Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum er í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í gjár í Vestmanna.
Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum.
Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður og fiskiskapurin var nøkunlunda. Eisini var siglt fram við landið og inn í nakrar holur við teimum. Føroyingurin á liðnum, ið hevur ættarbond úr Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar.
Tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni.
Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen, Jógvan Poulsen, Johnny Joensen og Agnar Joensen, allir hvør sína spælaratroyggju frá GOG.






