Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru.
Vestmannadagarnir byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september.
Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til.
Skráin verður kunngjørd í næstum.
Hevur tú eitt tiltak, sum tú ynskir at fáa við á skránna?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vestmanna kommunu.

![Image[1]](https://vestmanna.fo/wp-content/uploads/2025/09/Image1-2420x1210.jpeg)





