Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00.
Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni.
Ronald greiðir soleiðis frá:
Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi. Í tí sambandi eisini, hvønn týdning fótbóltur hevur fyri mín máta at hugsa uppá.
Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin”.
Summi kenna helst Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981 og hevur vitjað aftur í Føroyum 35 ferðir.
Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta mikukvøldið!
Vestmanna kirkja






