Hvør hevur uppiborið ársins herðaklapp 2026?
Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra einum persóni ella einum felagsskapi, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina.
Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 5. september, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttahøllini.
Nú hevur tú møguleika at senda inn uppskot um, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa heiðurin.
Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo.
Freistin er mánadagin 24. august.
Vestmannadagarnir verða í døgunum 2. til 6. september.







