Gamli skúli, sum vit kenna hann, fer í søguna
Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir framaftur.
Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har, fingið vinir og runnið eftir teimum eyðkendu sprøklutu gólvunum millum gulu- reyðu- og bláu gongd.
Skúlin hevur ikki bara verið ein bygningur við bókligum lærdómi, men hevur eisini lagt lunnar undir rørslu og heilsu hjá næmingum og borgarum annars. Hóast bæði svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri. Soleiðis hava tónar, sangur, rørsla og skúlagongd verið ein partur av gerandisdegnum hjá fleiri ættarliðum.
Hóast skúlin nú verður umvældur og umbygdur, verður virksemið tað sama, tá ið skúlin er liðugur, bara í nýggjum, betri og rúmligari kørmum.
Ókeypis innbúgv
Í samband við høvuðsumvælingina skal nógv av verandi innbúgvi ikki brúkast aftur. Talan er um alt frá skápum, hillum, knakum, lampum, gardinum og annað.
Er tað onkur, sum kanska manglar ein tílíkan lut, ella kanska bara hevur hug at hava eitt minni úr skúlanum, verður møguligt at útvega sær tað.
Gevið gætur, at flestu lutir mugu takast niður við skrúvumaskinu ella skrúvublaði.
Skúlin verður opin frá kl. 13.00 til 20.00.






