Skilagátt millum jól og nýggjár

Skilagátt hevur opið millum jól og nýggjár, og annars er opið sum vanligt til og við 23. desember.   Upplatingartíðir á Skilagátt um jólini: Leygardagur 27. desember, kl. 14:00 – 17:00 Mánadagur 29. desember, kl. 16:00 – 18:00 Týsdagur 30. desember, kl. 16:00 – 18:00 Mikudagur 31. desember, kl. 16:00 – 18:00 Fríggjadagur 2. januar,…

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum í 2025

Hagtølini fyri uppmøtingina á bygdarráðsfundunum í 2025 eru nú uppgjørd. 13 bygdarráðsfundir vóru hildnir í 2025. Á átta fundum møtti alt valda bygdarráðið. Á trimum fundum møttu varalimir fyri bygdarráðslim. Á tveimum fundum barst bygdaráðslimi frá at møta, men eingin tiltaksimur var innkallaður. 84 mál vóru viðgjørd í 2025. Av teimum vóru 10 fyri afturlatnum…

Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá týsdegnum 23. desember. Latið verður uppaftur mánadagin 5. januar klokkan 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.

Húsavørður til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna leitar eftir einum húsavørði. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fer at arbeiða saman við hinum dugnaligu húsavørðunum at røkja og hava umsjón við húsunum og ognunum hjá kommununi. Talan er eitt nú um Vestmanna skúla, dagstovnarnar, ítróttahøllina, og ungdómshúsið.   Førleikar Húsavørðurin skal hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein…

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Blikk til nýggjárið

Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.  Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt. Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum…