Innskriving av næmingum í 1. flokk

Innskriving av næmingum í 1. flokk í Vestmanna skúla, skúlaárið 2022/2023, verður í døgunum 17. – 19. januar 2022. Innskrivingin verður gjørd talgild í leinkinum herundir. Flokslærari í komandi 1. flokki verður Jakoba Nielsen.   Innskrivingin letur aftur mikudagin 19. jan. 2022 kl. 23.59. FAR TIL INNSKRIVING.

Broyting í innsavningini hesa vikuna

Vegna vánalig veðurlíkindi verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í dag. Hetta ávirkar hesar bygdir: Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Hósvík og Streymnes.   Roknað verður við vánaligum veðurlíkindum í morgin eisini, og tískil verða húsarhaldsposarnir heintaðir seinni í…

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan…

Nýggjárshaldið

Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl 23:30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna koronutilmælini. Hetta merkir, at…

Læknaviðtalan í Vestmanna

Læknaviðtalan er stongd 27. og 28. desember. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til kommunulæknan í Norðskála á tlf.: 423006. Læknaviðtalan í Vestmanna er opin 29. og 30. desember, men er einans opin til bráðfeingis læknahjálp tá. Læknaviðtalan er opin aftur sum vant 3 januar.

Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desember 2021 Skilagátt er opið soleiðis um jólini:   Mánadagin 27. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Mikudagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Nýggjársaftan 31. desember kl. 14:00 – 17:00   Opið er…

Starvslýsing: Tvey arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.   Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: viðlíkahald, umvælingar v.m. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini kavagrevstur og salting annað fyrifallandi Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið hevur stóra koyrikortið hevur kranaprógv…

Útboð: Niðurtøka av húsunum og rudding á Niðara Vegi 33, Vestmanna

Hervið verður niðurtøka og burturbeining av húsunum og rudding av økinum á Niðara Vegi 33, Vestmanna, boðin út.   Húsini skulu takast niður, tilfarið skiljast og beinast burtur eftir treytum frá IRF. Í tilboðið skal bæði niðurtøka og burturbeining roknast. Í tilboðið skal somuleiðis roknast rudding av økinum og skiljing og burturbeining av ruddaðum tilfari…

Seinasta koronukanning í Vestmanna á hesum sinni

Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd. Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: Bílegg kanning á korona.fo.   Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt…