Rottangatøming í Vestmanna

Í komandi viku (viku 16) byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar í Vestmanna. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki teirra, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. Tað merkir, at flyta ein urtapott ella tílíkt, sum oftani stendur…

Nýtt tilboð til børn í 4. og 5. flokki

Eftir páskir verður eitt royndartilboð sett í verk til børn í 4. og 5. flokki í ungdómshúsinum Staðnum. Trivnaðarnevndin hevur í longri tíð viljað havt eitt tilboð til júst hendan aldursbólkin, og tað hevur nú eydnast at fingið góð starvsfólk at stápla eitt spennandi tilboð saman. Endamálið er at skapa eitt gott og mennandi frítíðartilboð…

VEKS flutt í nýggj høli

VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…

Gomul søga funnin framaftur

Grundin hjá kongaliga einahandlinum í Vestmanna er komin undan aftur. Hon hevur annars verið undir mold í fleiri áratíggju. Vestmanna kommuna er farin undir at grava bakkan burtur niðan fyri faktorhúsið og pakkhúsið á Fitjum. Har, sum grasbakkin er í dag, stóð kongaligi einahandilin, og gamlar myndir vísa slætta vakra hellu, laðaðan garð fram við…

Minesto við nýggjari verkætlan

Vestmanna hevur altíð verið ein vøgga fyri grøna nýskapan – eitt stað har hugflog, íverksetan og náttúra hava gingið hond í hond. Seinastu trý árini hevur svenska fyritøkan, Minesto, sum hevur staðsett sítt føroyska virksemi í Vestmanna, roynt seg við sjóvarfalsorku í sundinum við sonevndum sjóvarfalsdrekum. Nú er Minesto farið undir nýggju verkætlanina, The Faroe…

Nýtt skeið í lesi og skrivi app

Tað var so mikið stórur áhugi fyri fyrra lesi- og skrivi app skeiðnum, at tað nú verður skipað fyri einum eyka skeiði. Nýggjað skeiðið verður 3. apríl kl. 19.00 í bókasavninum, um nóg nógv teknað seg. VoisIT eitur appin, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa…

Reingerðarfólk til Gjáarlon

Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00.   Arbeiðsuppgávur: Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum. Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing   Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og…