Arbeiðið er farið í gongd at gera Leitisveg aftur.
Leitisvegur er illa farin og fór serliga illa síðsta summar, tá ið tung ferðsla koyrdi grót niðan í byrgingina.
Í fyrstu syftu er ovasti partur av Leitisvegi, ið er í ringast standi, frá rulliportrinum og oman um bæði svingini, gjørdur aftur. Hetta er eitt strekki á 250 metrar.
Eftir ætlan verður farið undir at bøta um ein part av Leitisvegi aftur í næsta ár.







