Broyting í innsavningini í Vestmanna
Húsarhaldsposarnir á Stykkinum, í Kvívík, á Válinum og í Vestmanna verða hesa vikuna heintaðir í morgin, týsdagin 16. desember.
Húsarhaldsposarnir á Stykkinum, í Kvívík, á Válinum og í Vestmanna verða hesa vikuna heintaðir í morgin, týsdagin 16. desember.
Eitt spennandi kommunulæknastarv í Vestmanna er leyst at søkja. Í eini góðari og dagførdari læknamiðstøð, fer nýggi læknin at taka sær av eini 1443 fólkum úr heilsuøki 3, sum samanløgdu Vestmanna-, Eiði- og Vága læknadømir nú eita. Freistin at søkja er sunnudagin 4. januar 2026. Meira fæst at vita um starvið við at trýsta á…
Í kvøld verður jólakonsertin við country konginum og drotningini, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Silkienni. Dyrnar lata upp klokkan 19.30 og konsertin byrjar klokkan 20.00. Kom í góðari tíð, fá tær eitt pláss og njót hugnaliga jólahýrin longu áðrenn konsertin byrjar. Til ber at keypa kaku, kaffi og ymiskt drekkandi á staðnum. Vit gleða…
Nú boðað verður frá nógvum vindi seinnapartin í dag og í nátt, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.
Vit søkja eftir tímaløntum vikarum til dagstovnaøkið í Vestmanna, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. Somuleiðis er tað ein…
Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn. Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir, og eru ferðaætlanirnar tillagaðar soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna. Hetta hevur í…
Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum…
Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving. Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og…
Vegna skaða frá grevstri til fipursamband, eru gøtuljósini omanfyri Á handilin og Vestmanna Camping óvirkin. Skaðin verður bøttur, tá ið tað verður turt veður aftur.
Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið. Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars…