Almennu vesini stongd vegna verkfall
Nú verkfall er, verður boðað frá, at øll almennu vesini í kommununi eru stongd frá í dag, mánadag 27. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Nú verkfall er, verður boðað frá, at øll almennu vesini í kommununi eru stongd frá í dag, mánadag 27. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Nú verkfall er, verður boðað frá, at ungdómshúsið Staðið er stongt frá í dag, fríggjadag 24. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 29. mai 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 279 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023. J.nr. 32002-1-2024 Mál 280 Skipan av Eldraráði fyri VEKS J.nr.: 22042-1-2024 Mál 281 Umraðfesting av játtan til økið rundanum matr.nr. 187d til 2. viðgerð J.nr.:…
Frá fríggjakvøld 24 mai kl. 20:00 til sunnumorgun 26. mai kl. 8:00 verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu. Bátastevnan nærkast við sjey míla ferð, og síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur…
Tað er ymiskt, hvussu kommunalu bygningarnir verða raktir av verkfallinum. Kongskjallarin er ikki merktur av verkfallinum, tíðskil halda frítíðaransingin og skúlabólkurin fram sum vanligt. Gjáarlon og Látipípan, sum vanliga húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, lata aftur vegna verkfall frá týsdegnum 21. mai 2024. Fylgt verður við gongdini. Foreldrini fáa kunning um møguligar broytingar…
Hey! Are you a beginner in the Faroese language? Or do you understand some Faroese and wish to improve your language skills? Or were you enrolled in the Faroese language courses and want to continue your studies? Regardless of what your needs are, or how long you have been in the Faroe Islands, you are…
Fyrst í mai var Closed for Maintenance. Tað er Visit Faroe Islands, sum skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Í Vestmanna var uppgávan at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum, sum var byrjanin til vatnorku í Føroyum. Nógv bygdafólk og ferðafólk hava…
Hesi størv eru leys at søkja: 4 røktarstørv til virksemi á og út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna, brøk eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Heilsurøktarar og heilsuhjálparar hava fyrimun. Starvsbyrjan: 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu Førleikar Vit sóknast eftir fólki sum m.a.: Hava góð evnir at samskifta…
Søkt verður eftir einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu Starvsbyrjan: 1. Juni 2024 ella eftir nærri avtalu Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi. Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum: At veita kliniska sjúkrarøkt Gera røktargongd til…
Nú verkfall er, verður boðað frá, at skilagátt er stongt frá í dag, mikudagin 15. mai 2024 og so leingi verkfall er. Um tað er átrokandi at beina burturkast burtur undir verkfallinum, kann tað gerast við av venda sær beinleiðis til IRF á telefon 414243.