Setanarrøða til Vestmannadagar 2024 varð hildin í samband við at Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður fyri MEST og Mouritz Mohr, stjóri fyri MEST handaðu brúksrættinum til bedingina og Spælhúsið.
Túsund, túsund tøkk fyri.
Eg skal fyrst og fremst, vegna bygdarráðið, takka leiðsluni í MEST fyri, at Vestmanna kommuna næstu mongu árini hevur fingið loyvi at brúka bedingina, Spælhúsið og alt økið rundanum sum sítt egna.
Túsund, túsund tøkk fyri.
Tá arbeiðspláss fara í søguna, og ongi útlit eru fyri, at sama virksemi kemur aftur, er neyvan nakað annað at gera, enn at goyma øll tey dýrabaru minnini, og hyggja frameftir eftir nýggjum møguleikum
Skipasmiðjan og bedingin hava havt stóran týdning fyri bygdina og fyri ungar vestmenningar, sum høvdu evnini at læra maskinsmíð. Júst á hesum stað hevur mangur maður upp ígjøgnum tíðirnar vunnið sær bæði vitan og pening til lívsins uppihald. Uttan iva hevur júst Vestmanna Skipasmiðja og bedingin eisini kveikt hugin hjá fleiri vestmenningum at útbúgva seg til maskinmeistara – vit hava jú fleiri av teimum her í bygdini.
Við djúpastu virðing fyri bedingini og øllum tí lívinum, sum einaferð var her, setti bygdaráðið sær fyri at fáa lív í aftur økið.
Áðrenn hálvtalað orð, tók leiðslan í MEST stafettina og hevur staðið fyri øllum arbeiðinum, bæði at rudda økið og at umvæla Spælhúsið, sum er hamskift frá einum bygningi, sum hevði sæð sínar bestu dagar, og til hetta stásiliga úrslit.
Leiðslan í MEST hevur í tilgongdini hjúklað um ta farnu tíðina við at prýða betongveggin í Spælhúsinum við myndum frá lívinum á Skipasmiðjuni og bedingini. Eisini hevur MEST varðveitt ein part av spælinum frá fyrst í 1900 talinum, sum kemur at standa sum ein varði og minna okkum á tað lívið, sum einaferð var her.
Tað er av alstórum týdningi, at virksemi kemur aftur á bedingina, og tí hevur kommunan bjóðað økið út alment til vinnuligt virksemi. Eisini hevur bygdarráðið samtykt, at Spælhúsið skal verða eitt livandi savningarstað fyri felagsskapir og fólkið, sum her býr.
Vestmanna er ein bygd, har mentanarlívið er í risastórari menning. Okkara kæri Jonhard Mikkelsen hevur enn einaferð brotið upp um armar og stríðist av øllum alvi at umvæla gomlu Fitjahúsini og Pakkhúsið, so lív kann koma í teir bygningarnar aftur, og tað, at Spælhúsið og bedingin leggjast afturat tí, sum longu er her, ger bara bygdina enn meira spennandi. Eisini fer ein spildurnýggjur tónleikabólkur – Hardcase – sum er sprottin úr Ungdómshúsinum Staðnum – á pall fyri fyrstu ferð.
Vestmannadagar er ein hátíðarvika, sum varpar ljós á alt tað, sum vit eru, og alt tað sum vit ynskja at verða. Hetta er ein vika, har vit savnast og njóta hesi ymisku tiltøkini. Skráin er á tremur við spennandi tiltøkum, fleiri av teimum eru afturvendandi, meðan onnur verða hildin fyri fyrstu ferð.
Fyri lítlari løtu síðani var fótbóltdystur ímillum bygdarráðini í Kvívík og Vestmanna, og í verandi løtu gera børn og vaksin seg klár við gomlu smiðjuna at renna í litum.
Nú kl. 20:00 fer fyrsta mentanartiltakið av bakkastokki í Spælhúsinum, har Bein Bergson, Malan Poulsen, Rói Paturson og Rannvá Glerfoss fara at lesa nakrar av teirra yrkingum, og Kári Sverrison fer at spæla nøkur løg. Aftan á tiltakið í spælhúsinum verður pubkviss á Silkienni.
Í morgin verða øll tiltøkini Inni á Fjørð, og er tað Miðnám og virkini sjálv,sum skipa fyri, og sum nakað spildurnýtt, fara børn úr Vestmanna skúla at ganga sambaskrúðgongu frá Standmyndini av Ólavi á Heygum og fram við virkjunum Inni á Fjørð.
Leygardagurin byrjar akkurát sum hann plagar við morgunmati uppi í høllini, MB skipar fyri fótbólti og tombola. Seinnapartin verður vælumtøkti túrurin niðan í Gjónna og spennandi bókaframløga í Vektarbúðini.
Frá á middegi leygardagin og til kl 2 náttina til sunnudagin, verður Bedingin karmur um øll tiltøkini, og enda Vestmannadagarnir sunnudagin við skapanargudstænastu, og opið hús á Missiónshúsinum.
Eg skilji væl tey, sum hava víst sínar kenslur fyri bedingini á sosialu miðlunum – og neyvan hevur nakar av teimum, sum arbeiddu her, ímyndað sær, at hetta økið fór at verða karmur um marknað, matsølu, framsýning av motorsúkklum, undirhaldi fyri børnum, og at bygdafólkið fór at hittast her til grillaðan laks, til felagssang, dansa føroyskan dans, og eina rimmar konsert – men soleiðis broytast tíðirnar ætt eftir æt.
Vestmannadagar eru hervið settir, og eftir er bert at ynskja okkum øllum nakrar ógloymandi dagar.
Takk fyri
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri
Mouritz Mohr, stjóri fyri MEST, førdi fram røðu áðrenn handanina
Yrkingakvøld við upplestri og tónleiki í snotiliga nýggja Spælhúsinum.