Minningarhald teirra sjólátnu
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni leygardagin 1. november klokkan 15.00 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni leygardagin 1. november klokkan 15.00 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Skattalistin fyri árið 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá týsdegnum 28. oktober til og við týsdagin 11. november. Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 15:00.
Bygdarráðsfundur verur mikukvøldið 29. oktober kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerar eru hesi mál: Mál 66: 2. viðgerð av eykajáttan til kirkjugarðin Mál 67: 2. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt Mál 68: Marknaskipan uttangarðs Mál 69: Ferðslusonur og ferðavmarkingar Mál 70: Umsókn at keypa Kolastykkið Mál 71: Leigusáttmáli millum Vestmanna kommunu og Vestmanna Arbeiðarafelag Mál…
Hevur títt barn hug at spæla sjónleik? Nú verður skipað fyri dramaskeiði á Staðnum fyri børn í aldrinum 9 til 12 ár. At venja sjónleik er sera mennandi, spennandi og gevur tær ikki bara betri førleika at spæla sjónleik, men tað styrkir eisini aðrar førleikar, sum eru hentir at hava í ryggsekkinum gjøgnum alt lívið.…
Staðið er nú enn og kulari! Veggir eru málaðir og piftaðir upp, tað er ruddað og sorterað í lutum og tær fýra hæddirnar í bygninginum hava fingið hvør sín leiklut. Veghæddin heldur fram sum uppihaldsrúm, men tað verður latið meira upp. Niðasta hædd verður nú bara brúkt til tónleikaundirvísing og upptøkuhøli. Triðja hædd hevur fingið…
Áleið 200 fólk vóru møtt til setanina av Fjølmentanarvikuni, ið var á Miðnámi í gjárkvøldið. Nógvur góður matur var at fáa úr heimsins herðashornum og góður tónleikur, dansur og list var at hoyra og síggja. Harumframt greiddi Daysi Lagos Jóanesarson væl og skemtiliga frá, hvussu tað var at flyta úr Honduras til Vestmannar. Tilflytarar…
Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober…
Hvør eigur vakrasta brundin? Árliga seyðasýningin verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga leygardagin 25. oktober, har vakrastu seyðir verða kosnir. Fyriskipararnir bjóða suppu, kaffi og okkurt afturvið. Byrjað verður klokkan 11.30. Øll eru vælkomin.
Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Tað fara vit at varpa ljós á, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna mikudagin 22. oktober. Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Vikan byrjar í…
Fyrrapartin er Urtagarðtænastan og snøggar stóru trøini á Fitjum og tí verður eingin gjøgnumkoyring hesa løtuna. Seinnapartin vera trø á Bakkavegi snøggað. Hetta fer at tarna ferðsluni nakað, men tað verður tó koyrandi framvið.