Skrúvað verður fyri vatninum
Í samband við arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu í dag, hósdag 17. juli, frá kl. 14:00 til arbeiðið er liðugt.
Í samband við arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu í dag, hósdag 17. juli, frá kl. 14:00 til arbeiðið er liðugt.
Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at…
Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ. Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars. Staðið hevur opið fyri 4.- 6.…
Orgul- og violinkonsert verður í kirkjuni í kvøld, týskvøldið klokkan 19.30. Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið eru tríggjar konsertir. Kom og uppliv tveir ungar meistarar á hvør sínum ljóðføri, nevnliga Hjalta Vang Sámalsson á violin og Ara Hammer á orgul. Um…
Vidar Moldegård er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 14. juli til 1. august 2025, báðir dagar íroknaðir.
Vegna arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum frá Gerðisvegi 52 og allan vegin út í morgin, týsdag 8. juli, frá kl. 10:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum visionerum kommunustjóra, ið vil vera við at føra kommununa enn longur fram á leið. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá bygdarráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Kommunustjórin er starvsfólkaleiðari hjá áleið 80 fólkum. Vestmanna kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan…
Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum tann 1. oktober 2025. Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus. Flest bygdafólk kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir, har hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur smíðað fleiri sethús…
AVLÝST! Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum. Vestmanna og Kvívíkar kommuna skipar saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum. Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið. Kom og heilsa uppá! Vestmanna kommuna,…
Jacoba E. Hansen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 30. juni til 11. juli 2025, báðir dagar íroknaðir.