So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá.
Í dag er tað inni á Fjørð, at tað mesta fer fram, tá fyritøkur bjóða á gátt til ymiskt gott.
SKRÁIN FRÍGGJADAG 5. SEPTEMBER
MAGN: 07.00 – 11.00 MAGN BJÓÐAR KAFFI, WIENARBREYÐ OG KIRVI
FJØRUKRÓGVIN: 09.00 – 17.00 FJØRUKRÓGVIN HEVUR OPIÐ
Vitja livandi og flotta søgusavnið við voksfigurum úr Føroya søgu ella fá tær ein bita í útistovuni. 10 % verður latið av vanliga kostnaðinum.
Á-HANDILIN: 11.00 – 16.00 Á BJÓÐAR OKKURT SØTT V.M.
BØGØTA 4: 14.00 – 18.00 BLÓMURBYKATHE
BlómurbyKathe hevur opið og selir alskyns sløg av blómutyssum, urtapottum v.m.
MIÐNÁM: 14.30 – 17.00 MIÐNÁM KAFE
1. flokkur á Miðnámi bjóðar til hugnaliga kafe, har søla verður av køkum, kaffi, toast v.m. Eisini verður tombola.
MIÐNÁM: 15.00 MIÐNÁM BARNABIOGRAFUR
Biografur fyri børn verður í í fyrilestrarsalinum. Kostnaður 50 krónur. Eisini verður poppkorn, sunkist v.m. til keyps.
HEYGATÚN: 15.00 – 19.00 4 ELVA LEIR
Kom og mála leir fyri hálvan prís. Elva Leir Kafé lat upp fyri trimum árum síðan júst á Vestmannadøgum, og tí vilja vit at bjóða øllum á gátt hesar dagar
BAKKAVEGUR 4: 15.00 – 22.00 ROKOKO KLÆDNASØLA
Klædnahandilin, Rokoko, hevur støkkupp-sølu til kvinnuna, mannin og børnini í gamla skógvahandlinum hjá Nicolinu.
SEV: 16.00 – 18.00 GRØN ORKA OG CANDYFLOSS
SEV bjóðar á gátt. Ítrivsborð og candyfloss verður til børnini og eisini er okkurt til tey vaksnu. Klokkan 17.00 verður konsert við Brim.
BÁTAHYLURIN: 16.30 – 18.00 RÓGVING
Kom og rógv ein túr. Kappróðrarfelagið VÍF bjóðar øllum at rógva. Kappróðrarbátar liggja við bátabrúgvarnar og royndir rógvarar eru við í bátinum og leggja lag á.
VESTPACK: 17.00 – 19.00 VESTPACK BJÓÐAR INN
Vestpack setir aftur í ár hoppiborgir fram til børnini og bjóðar Mist, softice og ymiskt leskandi til vaksin.
VESTPACK ØKIÐ: 17.00 – 20.00 MATMARKNAÐUR
Matvognur selir døgurðamat millum Vestpack og Á. Borð verða sett upp á økinum og til ber eisini at sita undir taki í goymsluni hjá Vestpack.
DISVOY: 17.00 – 00.00 DISVOY HEVUR OPIÐ
KRAMBÚÐIN: 18.00- 21.00 KAFE OG LISTAFRAMSÝNING
Hugnaliga kafein í Krambúðini hevur opið og selir sína góðu kanelsniglar og annað gott. Eisini ber til at koma á gátt at hyggja eftir listini hjá vestmenningum, bæði málningalist og smúkkulist, ið eru til sølu.
SPÆLHÚSIÐ: 19.00 – 21.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Herit Magnussen í Spælhúsinum.
VESTMANNA CAMPING: 20.30 – 21.30 HUGNALØTA
Vestmanna Camping bjóðar á gátt til góðar og undirhaldandi tónar við Kamping orkestrinum og onkrum góðum afturvið.
FAER ISLES DISTILLERY: 21.30 TÓNLEIKABINGO
Kom við til Føroya skemtiligasta bingo. Diskobingo er sum vanligt bingo, men ístaðin fyri tøl, spæla vit stuttar útgávur av kendum løgum. Tú lurtar eftir løgunum og merkir tey av á bingoplátuni. Vinningar verða latnir fyri fulla plátu. Eftir spælið verður ljóðanleggið tendrað til karaoke.
STAÐIÐ: 22.00 UNGDÓMSKONSERT VIÐ 21KNM
Teir hava sett lív í óteljandi ungdómsveitslur runt landið. Nú koma Jens Eli, Petur, Brandur og Hans Oluf til Vestmannar at sparka lív í. Við løgum sum ”Mat í Luux”, ”Effo date” og ”Camping” fáa teir fjøldina at syngja, flenna og dansa við.







