Rimmar konsert verður á Staðnum í kvøld við rappbólkinum 21KNM.
í bólkinum eru fýra ungir mans, sum við góðum “beats”, frískum og stuttligum, og ikki minst fangandi tekstum, fáa áhoyrarafjøldina við, tá ið teir framføra.
Tey ungu kenna m.a. sangirnar “Effo Date”, “Mat í Luux”, “Bowla í Leirvík” og “Kom í gear”.
21KNM hevur havt fleiri góðar og lívligar framførslur, og bólkurin er nú klárur at koma á Staðið at spæla fyri ungdóminum í Vestmanna.
Konsertin er kl. 22.00 og er ókeypis.
Síggjast!







