Havatúrur og plantusøla

Skipað verður fyri tveimum urtagarðsvitjanum seinnapartin í dag.  Báðar vitjanirnar eru í Heygatúni. Fyrst verður farið í havan hjá Elsi Blástein og síðan í grannahavan hjá John Holgarson. Eftir tað ber til hjá øllum, sum hava hug, at ganga niðan í rættina í viðarlundina, beint við viðarlundahúsið, har tað er søla av staudum og summarblómum.…

Kvøldargongutúrur gjøgnum Fossá

Kom við á ein hugnaligan og søguligan gongutúr í Vestmanna í kvøld, fríggjakvøld! Saman við frásøgufólki ganga vit leiðina hjá fyrstu streymveitingini í Vestmanna – gjøgnum Fossá og niðan til byrgingina Frammi á Vatn. Á leiðini hoyra vit m.a. søguna um, hvussu stór arbeiði vórðu gjørd í fjøllunum fyri at gagnnýta vatnið til elframleiðslu. Vit…

Endurnýtsla og burturbeining av tøkni

Lat tína gomlu telefon, teldil, harðdisk, teldu v.m. inn til endurnýtslu á Skilagott í dag millum klokkan 16.00 og 18.00.  Telefyritøkan, Nema, er á staðnum við einum knúsara og hjálpir og vegleiðir, hvussu slíkir lutir eiga at burturbeinast á rættan hátt. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og…

Diabetes kanningar í Vestmanna

Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum” ger kanningar í Vestmanna hósdagin 4. juni.  Øll, sum eru 40 ár og eldri, hava fingið eina innbjóðing í MínBoks um at luttaka í kanningini. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes. Kanningin er skjót og einføld.…

Filmssýning: Mammuskepilsið

Heimildarstuttfilminum ‘Mammuskepilsið’, eftir Mariu Tórgarð, verður vístur í Vestmanna 4. juni klokkan 20.00.  Heimildarfilmurin verður vístur í samband við árliga tiltakið Rørslureikan, har kommunan alla fyrstu vikuna í juni leggur dent á rørslu, sálarheilsu, trivna og náttúru. Mammuskepilsið er ein persónlig søga hjá leikstjóranum og snýr seg um at vera barn hjá mammu við skisofreni.…

Ein vika við rørslu og trivnaði

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við. Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, saunagos, binding og mangt annað.…

Port of Vestmanna

Heimapartar í Vestmanna

Nú grind legði beinini í Havn í gjár, hevur Vestmanna eisini fingið sín lut. 20 hval koma til Vestmanna  og øll eru vælkomin at skera upp. Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til – har vera fólk sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp. Byrjað verður at…