Bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna hósdagin 18. juni kl. 17.
Skráin fyri fundin er sum fylgjandi:
109: Framløga av roknaskapinum fyri 2025
110: 2. viðgerð av eykajáttan til neystið til Gamla
111: 2. viðgerð av partvísari umraðfesting av játtan, har peningur skal flytast av játtanini til forhøllina og til nýggja ventilatiónsskipan í høllini
112: 2. viðgerð av eykajáttan til umvælingar og asfalteringar av Leitis- og Gerðisvegi
113: Umrøða av spurningi um tænastugjøld á tóm hús
114: Mál fyri afturlatnum hurðum







