Økið rundan um barnagarðin, Látipípan, hevur fingið eitt lyft – hetta fyri at skapa eitt innbjóðandi og fjølbroytt útirúm, sum bæði børn, starvsfólk og familjur kunnu fáa gleði av.
Í fjørsummar skiftu húsavørðarnir hjá kommuni graslíkið á vøllinum og gjørdu eitt trampolin- og klintriøki, samstundis sum teir eisini smíðaðu eitt eyka ítrivsrúm inni. Arbeitt verður framvegis við at menna økið, og fyrr í mánaðinum var gummiundirlagt lagt undir klintristativið og reiggjurnar á spæliplássinum og í næstum verður ein súkklubani gjørdur í ovara parti av garðinum, sum fer at geva børnunum enn fleiri møguleikar til spæl og rørslu. Eisini verður ymiskt máliarbeiði gjørt og runnar og trø plantaði, fyri at skapa lívd og hugna.
Í Látipípuni ganga tey elstu børnini áðrenn tey fara í skúla.
Í dagtímunum nýtir barnagarðurin økið til sítt dagliga virksemi, men øll eru vælkomin at nýta spæliplássið, bálsmáttuna og aðrar hentleikar á staðnum.
Tá økið við Látipípuna verður liðugt, verður tað útiøkið í Gjáarlon, har tey minstu børnini ganga, sum fer at fáa eina yvirháling. Ætlanin er m.a. at gera útiøkið meira grønt við bakkum og einari á.











