Skúlin og høllin verða málað

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú skal tað vera.  Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar. Arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í stóran mun liggur niðri, fyri at minka um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum. Tað er eitt stórt øki,…

Minst til at skráseta oljutangan

Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir skrásetast, tí fyrsta januar 2026 blivu fleiri kanska ólógligir. Kunngerðin um oljutangar (2018) kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum,…

Útiøkið við Látipípuna dagført

Økið rundan um barnagarðin, Látipípan, hevur fingið eitt lyft – hetta fyri at skapa eitt innbjóðandi og fjølbroytt útirúm, sum bæði børn, starvsfólk og familjur kunnu fáa gleði av.  Í fjørsummar skiftu húsavørðarnir hjá kommuni graslíkið á vøllinum og gjørdu eitt trampolin- og klintriøki, samstundis sum teir eisini smíðaðu eitt eyka ítrivsrúm inni. Arbeitt verður…

Jóansøkubál og hugni

Børnini eru farin í summarfrí og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið fríggjakvøldið 26. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handli.  Tú nýtist ikki at hugsa um nátturðan hetta kvøldið, tí grillaðar pylsur við tilhoyri verða at fáa, og ymisk leskandi verður til sølu – bæði til børn og vaksin. Eins…

Leitisvegur verður dagførdur og breiðkaður

Ein partur av Leitisvegi verður nú gjørdur av nýggjum og breiðkaður fyri at betra um ferðslutrygdina og gera vegin hóskandi til dagsins ferðslu.  Leitisvegur er ein av elstu vegunum í bygdini. Hann varð upprunaliga gjørdur til hestavognar og lagdur omaná eyr og mold. Hóast fleiri hava búsett seg á Leiti gjøgnum árini, og nógv virksemi…

Gera klárt til íbúðarbygging á Bakka

Økið á Bakka skal nú ruddast og gerast klárt at byggja á, tí níggju íbúðir skulu byggjast á økinum. Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar.       Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging. Tá freistin var…

Bygdarráðsfundur 18.06.2026

Bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna hósdagin 18. juni kl. 17. Skráin fyri fundin er sum fylgjandi: 109: Framløga av roknaskapinum fyri 2025 110: 2. viðgerð av eykajáttan til neystið til Gamla 111: 2. viðgerð av partvísari umraðfesting av játtan, har peningur skal flytast av játtanini til forhøllina og til nýggja ventilatiónsskipan í høllini 112:…

Heiðran av starvsfólkum á dagstovnaøkinum

10 starvsfólk á dagstovnaøkinum, námsfrøðingar og hjálparfólk, vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu á samkomu í gjár, fríggjadag. Flestu starvsfólk á dagstovnunum í bygdini hava starvast á økinum í nógv ár og hava havt og hava ein týðandi leiklut í umsorganini og menningini hjá okkara yngstu borgarum. Nøkur hava verið við síðan fyrsti barnagarðurin…

Gerðisvegur verður asfalteraður

Ein partur av Gerðisvegi verður asfalteraður í dag og hetta fer at ávirka gjøgnumkoyrandi ferðslu.   Talan er um økið, har vegurin nýliga er breiðkaður. Ímeðan arbeiðið er í gerð, verður heitt á bilførarar um at koyra ígjøgnum kirkjugarðin. Samstundis sum vegurin verður asfalteraður, verður ein gongubreyt fram við vegnum gjørd. Ætlanin er at arbeiðari…