VEKS flutt í nýggj høli

VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…

Gomul søga funnin framaftur

Grundin hjá kongaliga einahandlinum í Vestmanna er komin undan aftur. Hon hevur annars verið undir mold í fleiri áratíggju. Vestmanna kommuna er farin undir at grava bakkan burtur niðan fyri faktorhúsið og pakkhúsið á Fitjum. Har, sum grasbakkin er í dag, stóð kongaligi einahandilin, og gamlar myndir vísa slætta vakra hellu, laðaðan garð fram við…

Minesto við nýggjari verkætlan

Vestmanna hevur altíð verið ein vøgga fyri grøna nýskapan – eitt stað har hugflog, íverksetan og náttúra hava gingið hond í hond. Seinastu trý árini hevur svenska fyritøkan, Minesto, sum hevur staðsett sítt føroyska virksemi í Vestmanna, roynt seg við sjóvarfalsorku í sundinum við sonevndum sjóvarfalsdrekum. Nú er Minesto farið undir nýggju verkætlanina, The Faroe…

Nýtt skeið í lesi og skrivi app

Tað var so mikið stórur áhugi fyri fyrra lesi- og skrivi app skeiðnum, at tað nú verður skipað fyri einum eyka skeiði. Nýggjað skeiðið verður 3. apríl kl. 19.00 í bókasavninum, um nóg nógv teknað seg. VoisIT eitur appin, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa…

Reingerðarfólk til Gjáarlon

Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00.   Arbeiðsuppgávur: Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum. Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing   Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og…

Jarðarinnar tími

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30. Eisini í Vestmanna. Hendan tíman, tá ið vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Tað var í 2009, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri tíma jarðarinnar. Í dag verður tímin hildin um allan heim. Tú kanst…

Fullsett til báðar sýningar

Stórur áhugi er fyri at síggja heimildarfilmin “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”, sum er um vestmenningin, Róin Siggertsson. Tað er fult teknað til báðar sýningar í kvøld. Fleiri fólk eru á bíðilista og tí er av týdningi at boða kommununi frá, um tað er onkur, sum hevur fingið pláss, ið ikki kann møta kortini,…

Rundkoyring í Vestmanna

Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vestmanna kommunu, sum saman við ferðsluráðgeva og løgregluni hevur arbeitt við eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum verður í næstum gjørd ein rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur. Tað var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið. Endamálið við rundkoyringini er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum,…