Vestmanna Havn á Fjarðastevnu
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Eyka bygdarráðsfundur verður hósdagin 4. juli 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 293 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023 Mál 294 Eykajáttan til endurgjald fyri manglandi barnaansing til 2. viðgerð J.nr.: 10000019-2-2024 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 27. juni 2024
Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn. Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri…
Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna. Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni. Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði,…
Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina. Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…
Í samband við, at kappróður verður á Fjarðastevnu í Vestmanna 29. juni, hevur VÍF kappróður lagt søkk út til føstu startirnar. Boyur vísa, hvar søkkini eru løgd. Heitt verður á skip og bátar um at ansa eftir hesum boyum.
Dagføring 21. juni kl. 10:45: Fyri løtu síðan kunngjørdi kommunan at IRF hevði trupult at koma uppundan síðan verkfallið og heitti á Vestmanna kommunu, um at steingja Skilagátt. Tó hevur IRF fyri løtu síðan verði og tømt bingjurnar í Skilagátt og kunnu vit tískil hava opið sum vant. Skilagátt hevur opið hesar tíðir: mánadag…
Ert tú millum 14 og 18 ár, og vilt tú læra at gera film? So mást tú tekna teg til Nóllywood, sum er árligi summarskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi. Nóllywood 2024 verður 8.- 15. juli úti í Nólsoy. Tekna teg við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum: navn føðingardagur…
Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi á dagstovnaøkinum í Vestmanna. Vestmanna kommuna søkir eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið at byrja 12. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv í Kongskjallarinum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálpafólk setast í tíðaravmarkað starv.…
Í næstum verður bátahylurin dýpdur. Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið eftirhondini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum. Økið, sum er víst á myndini, verður avmerkt við sperrum og gulum og reyðum…