Í sambandi við stóru spurnakanningina hjá Lóður fegnast Vestmanna Bygdarráð um góða skoðsmálið frá borgarum í bygdini, sum svaraðu spurninginum: “Hvussu nøgd/-ur ert tú við barnaansingina”
Í tí sambandi vitjaðu umboð fyri bygdarráðið Dagstovnaøkið og Ungdómshúsið og bjóðaðu børnum og starvsfólki frukt, góðgæti og lagkøku.
Sambært Hera á Rógvi, sum er annar av stjórunum í Lóður, var talan um eina risastóra kanning, har góð 3.000 fólk kring landið hava svarað spurningum um kommunal viðurskifti.
Vestmanna Bygdarráð hevur lagt stóra áherðslu á, at trivnaður ímillum børn og ung skal vera í hásæti og fegnast tí um góða úrslitið av kanningini.
Á Dagstovnaøkinum ganga 150 børn, og leggur Morten Huust, sum hevur verið leiðari síðani 2021, stóran dent á kropsliga rørslu. Endamálið er at menna rørslugleðina hjá børnunum longu frá ungum árum í tí trúgv, at læringin gerst til eina stuttliga og mennandi uppliving, ið gagnar barninum alt lívið. Tí hava starvsfólkini á Dagstovnaøkinum verið á fleiri skeiðum í námsfrøðiligum ítrótti.
Eisini frítíðar- og mentanarleiðarin, Gabriel S. Apetrei, sum hevur verið leiðari fyri Ungdómshúsið Staðið síðani 2022, fegnast um jaligu úrslitini av kanningini. Hann hevur sæð ein støðugan vøkstur í brúkaratølunum hjá ungum í aldrinum 12-17 ár, har áleið 20 børn luttaka á verkstovum innan tónleik, podcast og onnur sum “hanga út”. Hetta vísir, at endamálið at menna og stimbra kreativu evnini hjá børnum og ungum gongur framá við rúkandi ferð.