Vallistar til kirkjuráðsvalið 4. nov.

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober…

Seyðasýning

Hvør eigur vakrasta brundin? Árliga seyðasýningin  verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga leygardagin 25. oktober, har vakrastu seyðir verða kosnir. Fyriskipararnir bjóða suppu, kaffi og okkurt afturvið. Byrjað verður klokkan 11.30. Øll eru vælkomin.

Setanin av Fjølmentanarvikuni

Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju.  Tað fara vit at varpa ljós á, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna mikudagin 22. oktober. Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Vikan byrjar í…

Maria 100 ár

Tað var ein stórur dagur á Grønanesi sunnudagin, tá ið Maria Nicolajsen fylti 100 ár. Familja, løgmaður, landstýrismaðurin í mentamálum og ríkisumboðið vóru á gátt og heilsaðu uppá, men sjálvur føðingardagurin var tó hildin seinnapartin í gjár. Maria er fødd í 1925 og er ættað úr Hvalvík. Sum 24 ára gomul varð hon gift við…

Skrivari til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólki, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.   Um Barnaverndartænastuna: Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar og ein leiðari, og vit síggja fram til, eisini at fáa ein skrivara í starvsfólkahópin. Uppgávan…

Staðið er stongt í heystfrítíðini

Vit halda ein lítlan steðg í heystfrítíðini fyri at gera Staðið til eitt enn og feitari stað. Starvsfólkini eru í morgun farin í holt við at mála, flyta innbúgv, fáa ymiskt nýtt upp í ymsu hølunum, og annars bara skipa umstøðurnar betri. Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð…

Skúlaumvæling og umbygging

Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning.   Vestmanna skúli hevur nógv ár á baki, elsti parturin táttar í 80 ár og tað sæst og merkist. Skúlin…

Fráfaringarløta fyri Gurli og Elsu

Eftir 35 ár í eldrarøktini í Vestmanna, hava Gurli Høgnesen og Elsa í Skálum valt at takka fyri seg. Týsdagin var ein fráfaringarløta fyri teimum báðum á Grønanesheiminum, har familja og starvsfelagar vóru møtt upp til eina góða og hugnaliga løtu við røðum, sangi og køkum. – Hetta hava verið nøkur ótrúliga góð ár, ið…

Kirkjuráðsval verður 4. november

Kirkjuráðsvalið í Vestmanna verður 2. november.  Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3.…