Góðu vestmenningar
Eitt ár er farið, og eg hyggi aftur við stórum takksemi. Fyrst og fremst vil eg takka tykkum øllum, sum her búgva og virka. Hvørja einastu ferð eg ella onnur í umsitingini hava vent okkum til tykkum um hjálp um eitt hvørt, um tað so hevur verið til tónleikatiltøk, gongutúrar, Vestmannadagar, jólatiltøk, nýggjársblikk og fýrverk ella annað, hava vit fingið eitt rungandi ja.
Hesin viljin og hetta samanhaldið gera tað lættari at skipa fyri, skapa trivna og tryggja framdrátt í okkara kommunu.
2025 hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri mítt viðkomandi og eg kenni meg sera hepna at hava fingið møguleikan at arbeiða fyri bygdina, sum eg eri so góð við.
Vit búgva í einari vælvirkandi kommunu og hava ótrúliga dugnalig og trúføst starvsfólk á øllum økjum. Í ár hevur verið arbeitt miðvíst við at viðlíkahalda, gera liðugt og skapa enn størri trivna – samstundis sum nýggj tiltøk eru sett í verk. Tað gleðir meg, at hetta sæst aftur í gerandisdegnum.
Eg vil takka bygdarráðnum, starvsfólkum og tykkum øllum í Vestmanna fyri gott samstarv, virðismikið íkast og livandi kjak.
Vit fara við góðum treysti undir nýggja árið við nýggjari orku og góðum ætlanum. Saman byggja vit víðari.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri







