Gamlaársdag er at tendra fyri útvarpstólinum og seta á FM 101.0, tí tá fer lokala útvarpsrásin í bygdini, Nærvarpið, at senda.
Funnið er fram gott tilfar úr savninum við áhugaverdum søgum úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir, m.a. við Heðin Winther Olsen, sála, Inger Klein, Bjarka Skúvadal og onnur.
Sent verður á FM 101.0 og rásin hoyrist bara í Vestmanna og á Válinum.
Sent verður frá klokkan 16.00 og úteftir.







