Vilt tú heilsa upp á Hákun West av Teigum, Óla Mittún, Elias á Skipagøtu og hinar hondbóltsstjørnurnar?
Manslandsliðið í hondbólti venur í høllini Vestmanna hósdagin 8. januar.
Eftir venjingina, áleið klokkan 16.30, verður høvið hjá øllum børnum í Vestmanna at fáa autograf ella mynd við leikarunum.
Venjingin er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Oslo, sum byrjar í aðru viku.







