Boytingar verða gjørdar í vanligu nýggjársskránni í Vestmanna, nú verðurforsøgnirnar boða frá nógvum vindi í kvøld og um midnáttarleitið.
Fyri at festast kann í risastóru rakettirnar, samstundis sum trygdin er í lagi, er neyðugt við mildari veðri, enn boðað verður frá í kvøld. Tí verður fest í kommunala fýrverkið á kaiini longu klokkan 16.30 ella so skjótt kirkjuklokkan ringir út.
Hildið verður tó fast í, at blikkini og árstølini verða tendrað beint fyri midnátt.
Røsku fólkini, sum á hvørjum ári taka sær av blikkum og fýrverki, hava gjørt klárt í fleiri dagar og gleða seg aftur í ár at prýða bygdina við alkyns litum á himmalinum og vegirnar við logandi blikkum.
Heitt verður á øll, sum sjálvi skjóta fýrverk, um at tryggja, at fýrverkið stendur væl, tá ið skotið verður, so tað ikki koppar í vindinum, og mint verður á, at tað ikki er loyvt at senda neyðrakettir. Samstundis vil kommunan heita á øll um at rudda restir av fýrverki upp eftir sær.
Barrin í Silkienni letur upp klokkan 01.00 og møguleiki verður eisini at fáa sær ein svingom. Tað er ókeypis atgongd.
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott kvøld og eitt av Harranum signað nýggjár.







