Eitt væleydnað ferðavinnukvøld

Nógv fólk vóru møtt á Miðnám í gjárkvøldi at hoyra tríggjar fyrilestrar um, hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðavinnuuppliving.   Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands, greiddi frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum. Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands, greiddi frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Og til seinast greiddi Harriet…

Í kvøld verður ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving. Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.  …

Vit kanna brandpostarnar í kvøld

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld. Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd. Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til…

Menningarskeið í palliatión

Í eini ætlan at styrkja fakliga førleikan hjá VEKS, sendu vit fleiri starvsfólk á skeið í palliatión í gjár.   Tað er Felag Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga, sum skipaðu fyri degnum, sum snuði seg um linnandi viðgerð síðstu tíðina í lívinum.   Endamálið er at samskipa og menna tænastuna til borgaran og hansara avvarðandi, so at kringumstøðurnar…

Verkstovurnar fara í sving aftur

Frá í dag 1. mars 2024 fer ungdómshúsið at seta gongd á verkstovurnar aftur. Vit eru sera fegin um, at tey ungu hava tikið so væl ímóti okkara nýggju verkstovuskipan, sum miðar eftir at fevna um øll áhugað – roynd sum óroynd.   Við skúlaársbyrjan 2023 settu vit av álvara gongd á virkishúsætlanina, og vit…

Closed for maintenance í Vestmanna

Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá føroyingum at…

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava…