Nú Staðið hevur kjølfest tónleika- og podvarpsverkstovurnar, er tíðin komin at leggja seinastu hond á “Mentan sum klekingaramboð” ætlanina, við at seta gongd á listaverkstovurnar.
Ditte Mathilda Joensen kemur at bjóða verkstovur, har børn og ung frá 6. flokki og uppeftir fáa møguleikan at kanna og menna teirra egnu listaligu evnir. Hetta er eitt gylt høvi fyri tey ungu at læra um ymisk listasløg sum máling, tekning, skulptur og talgilda list í einum umhvørvi, sum fremur skapandi hugsan og persónliga menning.
Við hesum trimum súlum – tónleikur, podcasts, og nú eisini list – hevur ungdómshúsið Staðið lagt lunnar undir eitt kraftmikið umhvørvi, har mentan verður brúkt sum eitt amboð til at klekja nýggj og spennandi hugskot, og samstundis geva teimum ungu fleiri førleikar og uppbyggja teirra sjálvsálit.
Við verkstovunum bjóða vit eina tilgongd, har hvør einstakur kann lata sínar listarligu gávur koma til sjóndar, búnast og vaksa.
Hetta er ein innbjóðing til øll børn og ung at verða partur av einum umhvørvið, sum virðismetir og stuðlar teirra skapandi ferð. Við “Mentan sum klekingaramboð” ætlanini hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri at slóða fyri mentanarligum og skapandi vøkstri hjá ungdóminum í kommununi.
Vit í ungdómshúsinum Staðnum standa klár við opnum ørmum og hjørtum, at bjóða ungdóminum inn í ein heim, har teirra røddir, hugskot, og listaligu úttrykk fáa pláss at veksa og gera mun.
Kom og vitja okkum á Staðnum ella forvitnast á Facebook vanga okkara
Tit eru eisini vælkomin at ringja til Gabriel Sebastian Apetrei, ungdómsleiðara, á tlf. 770 161