Broyting í innsavningini – IRF
Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin ístaðin.
Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin ístaðin.
Fipur til Heimið boða frá, at tað tíverri er komið kaðalbrek á internet- og telefonveitingarnar í samband við arbeiðið á Niðara Vegi. Kaðalbrek er á veitingunum frá Niðara Vegi 1 til 25. Veitingarnar verða umvældar í morgin, hósdagin 22. februar.
Fipur til Heimið fer nú undir at leggja leiðingar eftir Niðara Vegi. Skorið verður mitt eftir vegnum, og tí verður neyðugt at steingja vegin, ímeðan arbeitt verður – frá uml. kl. 8 á morgni til uml. 7 á kvøldi. Vegurin verður stongdur frá týsmorgni 20. februar, og so leingi arbeiðið varir – væntandi til…
VÍF vann fýra finalur í dag. Vestmanna Bygdarráð ynskir VÍF hjartaliga tillukku við steypasigrununm í dag. At vinna fýra finalur sama dag er sanniliga eitt bragd. Vestmanna kommuna ynskir VÍF blíðan byr víðari
Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. 6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving. Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. februar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum: Mál 259 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024. Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020) Mál 260 Umraðfesting og eykajáttan til keyp av gravimaskinu. J.nr.: 8311002-1-2024 Mál 261…
Børn og starvsfólk í Frítíðarstovuni skreiddu og stuttleikaðu sær óført á bønum í góðveðrinum í dag.
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. SKRÁ Strekkja út/hita…
Í gjár varð landstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólki á fundi við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra í Kvívík. Á vitjanini vóru ymisk heilsuviðurskifti umrødd, og hvørjar ætlanir heilsumálaráðið hevur við eini nýggjari kommunulæknaskipan. Eftir fundin á kommunuskrivstovuni varð vitjað í læknamiðstøðini í Vestmanna, har…
Svimjihylurin í Vestmanna skúla, sum er frá 1950, er opin aftur. Svimjihylurin kann leigast fyri kr. 120 um tíman. Fyrispurningar skulu setast til umsjónartoymið á tlf. 770 195.