Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 24. apríl 2024 kl 10:00.
Møtt verður á Hallarvegi 16, frammanfyri Ítróttarhøllina í Vestmanna.
Til viðgerðar: Umsókn frá RÁD, Rágevandi Verkfrøðingum vegna Vestmanna kommunu um loyvi at byggja skúlabygningarnar báðumegin Gjógvará saman við nýggjum bygningi yvir um ánna.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður