Óstøðugt vatntrýst í ovara parti av Miðalsbrekku
Vegna brek, er óstøðugt vatntrýst í ovari parti av Miðalsbrekku. Arbeitt verður við trupulleikanum.
Vegna brek, er óstøðugt vatntrýst í ovari parti av Miðalsbrekku. Arbeitt verður við trupulleikanum.
Vestmenningur kemur til Vestmanna leygardagin tann 19. februar 2022. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir. Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 23. februar 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnari hurð: Dagsskrá: Mál 77 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um val av dátuverndarfólki. J.nr. 1002-1-2022 Mál 78 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um skipan av grundstykkinum, har Turkihúsið stóð. J.nr.: 104001-1-2022 Mál 79 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um…
Innskriving av næmingum í 1. flokk í Vestmanna skúla, skúlaárið 2022/2023, verður í døgunum 17. – 19. januar 2022. Innskrivingin verður gjørd talgild í leinkinum herundir. Flokslærari í komandi 1. flokki verður Jakoba Nielsen. Innskrivingin letur aftur mikudagin 19. jan. 2022 kl. 23.59. FAR TIL INNSKRIVING.
Vegna vánalig veðurlíkindi verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í dag. Hetta ávirkar hesar bygdir: Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Hósvík og Streymnes. Roknað verður við vánaligum veðurlíkindum í morgin eisini, og tískil verða húsarhaldsposarnir heintaðir seinni í…
Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan…
Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl 23:30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna koronutilmælini. Hetta merkir, at…
Læknaviðtalan er stongd 27. og 28. desember. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til kommunulæknan í Norðskála á tlf.: 423006. Læknaviðtalan í Vestmanna er opin 29. og 30. desember, men er einans opin til bráðfeingis læknahjálp tá. Læknaviðtalan er opin aftur sum vant 3 januar.
Vegna jólafrí er Kommunuskrivastovan stongd frá mánadegnum 20. desember 2021. Opið verður aftur mánadagin 3. januar 2022 kl. 9.00. Eru átrokandi boð um vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 126. Eru onnur átrokandi boð til kommununa ella boð um jarðarferð, ber til at ringja til telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í…
Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desember 2021 Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Mánadagin 27. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Mikudagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Nýggjársaftan 31. desember kl. 14:00 – 17:00 Opið er…